





Grein eftir Arnfinn Bjarkhamar í Jóansøkublaðnum 2016.
Rokanin var øgilig, tá vit sum vertur skuldu fyrireika árliga barnadansistevnuna 30.apríl 2016.
Saman við nevndini í Jómsvíkingum og foreldrum at børnunum, sum dansaðu føroyskan dans, vóru nógvir fundri hildnir og nógvar ætlanir sóu dagsins ljós hesar dagar.
Tað var ikki heilt uttan ampa, at tikið var av tilboðnum um at halda slíka stóra stevnu.
Vit vóru øll greið yvir, at mikil mannfjøld, bæði stór og smá, komu at stevna til Vágs henda dagin, tí mátti nágreinilig ætlan fyriliggja.
Tá evsta mark fyri tilmelding upprann, høvdu 12 dansifeløg meldað luttøku við fleiri enn 500 børnum og vaksnum.
Fari var beinanvegin í holt við at fáa Smyril at sigla á Vág henda dagin. Hetta eydnaðist, og leygarmorgunin 30.apríl í fagrastu líkindum, kom hetta stólta far inn eftir Vágsfirði, fullsett av stevnugestum.
Í Vágs Høll fingu tey eina fyrimyndarliga móttøku. Har stóðu borðini fullsett av køkum, kaffi, te, sunkist og saft. Fryntligar serveringsdamur stóðu við opnum ørmum og heilsaðu gestunum.
Í VB-húsinum helt Mikala Vilhelm eina frálíka setanarrøðu, og síðani varð dansað.
Okkara børn løgdu fyri við Orminum Langa, síðani var ikki steðga á fyrrenn út móti døgurðatíð.
Meðan helvtin av feløgunum hildu áfram at dansa fór hin helvtin bussferð til Sumbiar og Porkeris. Nøkur fóru eisini gongutúr við Óla Holm sum frásøgumanni.
Tá heitt verður á kokkar, ið skulu matgera til tílíka fjøld av fólki, tá má tað verða álitsfólk, ið standa fyri matinum. Hesa uppgávu greiddu tey fyrimyndarliga, og fóru øll glað og mett aftur til húsar. Eisini vóru foreldrini framúr røsk at hjálpa til, uttan tey ongin stevna.
Men tað sum eisini setti ein serligan dám á dagin var orkestrið Hamradun. Pól Arni og vinmaður hansara góvu okkum øllum og kanska serliga yngra ættarliðnum eina framúr ríka uppliving.
Fyri at geva teimum ungu ein lítlan mentanarligan íblástur hvat rørist í einari ungari kvinnu føroyskum dansi viðvíkjandi, fari eg at enda hesa grein við røðuni, Mikala Vilhelm helt á stevnuni:
Góði ungdómur – og góðu tit øll, ið her eru stødd.
Fyrst vil eg takka fyri heiðurin at seta hesa stevnu í dag. S+iðani eg minnist, havi eg dámt sera væl føroyskan dans, og síðani barnadansurin byrjaði her í Vági, havi eg møtt upp næstan hvørt kvøld. Eisini havi eg verið uttanlands og dansað.
Áhugamálini hjá okum ungu eru so mong, summi dáma væl ítrótt, summi tónleik og hjá onkrum er tað skótaarbeiði. Men tað er ongin forðing fyri at hava fleiri interessur.
Sum sagt, so fór eg tíðliga at ganga til føroyskan dans, og tøkk skulu tey hava, sum hava lagt orku í at kvøða við okum ungu ein dag um vikuna nú í fleiri dansivetrar.
Kanska halda vinirnir meg verða undarliga, tí nógv halda, at føroyskur dansur er bert fyri eldri fólk. Men stevnan her í dag mótprógvar hendan pástand. Stuttligt er at síggja, at tað ber til at fylla hetta stóra hús og nakað av høllini við, við kvøðandi ungdómi.
Tað hevði verið skomm, um føroyski dansurin skuldi fari fyri bakka í okra tíð, hvat hevði komandi ættarlið hildi um okum, um okur lótu dýrasta mentanararv okra fara fyri skeyti.
At kvøða er sum at fortelja eina góða søgu. Serliga hevur søgan um Trónd og Sigmund altíð verið spennandi. Sigmundur hevur altíð verið roknaður sum tann góði, tann raski, hann er hetjan í søgugongdini, megnar at drepa eina bjørn á heilt ungum árum, og megnar eisini at svimja av Skúvoynni heilt til Sandvíkar, har hann fellur fyri øksini hjá Tórgrími Illa. Tróndur harafturímóti er tann óndi, men tann nógv snildari og ráðaríkari, og tað eydnast honum eisini at blíva ein gamal maður.
Søgan um Ormin Langa er ikki minni spennandi. Hvat er meira spennandi, enn tá ið Eirikue jallur leggur at Orminum við skipið sínum Jarnbardi, og har er ein øgiligur bardagi. Høvur og kroppar í havið tumla, øgiligt var at síggja. Hetta er nakað sum ungdóminum dáma, og hóast tað eru yvir 200 ár síðani Sjóvarbóndin yrkti hetta kvæði, so er søgan um Ormin Langa sera populær ímillum okum ungu.
Kvæðini fortelja eisini nógv um kærleika, um svik og ráðagerðir. Um vakrar huldugentur og álvagentur, sum fortrølla hin unga mannin, sum í Ólavi Riddararós, har doyggja bæði Ólavur, mamman og genta hansara: “tað fyrsta var Ólav, tað annað hans vív, tað triðja hans móðir, hon lat sítt lív”.
Okum ungu dáma væl, tá ið tvey fáa hvønn annan, men soleiðis er tað sjálvdan í kvæðunum. Kvæðini hava sjálvdan eina “Happy ending”, sum sagt verður. Doyr maðurin ella drongurin í søguni, so er konan ella gentan ofta við barn, og altíð føðir hon ein son, sum seinni tekur eina øgiliga hevnd. Tílíkar søgugongdir eru altíð spennandi fyri okum ungu, ja, sjálvt fyri eina gentu.
Vónandi fáa okur eina góða stevnu, sum kann stimbra og menna føroyska barnadansin enn meir, og vil virka við til, at føroyski dansurin kemur at hava eina bjarta framtíð, og at okur seinni í kvøld fara heim, eina megnar uppliving ríkari.
Við hesum fáu orðum fari eg at lýsa barnadansistevnuna 2016 setta at vera.
Takk fyri.