5. januar 1980.
Vóru boðin av Suðuroyar Norðara Dansifelag til at dansa í Fámjin. Tikið var av og farið var við tveimum bussum. Blíðskapurin var óførur og hildið var á til kl um 3 á nátt. Við í ferðini vóru 43 fólk higanifrá.
19. januar 1980.
Høvdu vitjan av Suðuroyar Norðara Dansifelag. Leigaðu Framtíðina … har komu nógv fólk … Hildið var á til kl umleið 4 á morgni. Gestirnir lótu væl at, so tað má roknast við at hetta kvøld var væleydnað.
14. november 1986.
Dansur var í felagshúsinum fyrstu ferð. 22 limir vóru møttir upp.
12. februar 1988.
Dansað var í húsinum eftir aðalfundin fyri fyrstu ferð eftir umvælingina av húsinum, og sýntist húsið at rigga væl. Dansað var til kl. 02.30, harímillum vóru 4 gomul dansispøl dansað.