Jómsborg

Dansistovan, Jómsborg, verður leigað út til fundarvirksemi, veitslur, yvirnátting o.a.

Jómsborg hóskar seg væl til veitslur, og okur hava bestikk til 100 fólk, og stólar og borð til uml. 80-90 fólk.

Eisini riggar hølið væl til at yvirnátta í, t.d. fyri seturskúlar o.l. 20 madrassur eru í húsinum, og umframt salin hava okur ein køk við øllum hentleikum og tvey wc, harav tað eina hevur brúsu.

Húsareglar eru galdandi, tær hanga uppi í salinum og í køkinum.

Um áhugið er fyri at leiga Jómsborg, ber til at seta seg í samband við Mikalu Vilhelm á tlf. 270139 ella á teldupost kala161198@hotmail.com.

Sí yvirlit yvir prísir her: