Dansifelagið Jómsvíkingar í Vági varð endurstovnað 21. desembur í 1976. Í 1986 keypti felagið gamla verkstaðin hjá Dion Nolsøe, ið bleiv umbygt til dansistovu, ið fekk navnið Jómsborg.
Felagið skipar fyri m.a. almennum føroyskum dansi og barnadansi, og harafturat eru okur við til ymisk tiltøk í bygdini.