Dansiferðir í Føroyum

26. januar 1980.

Í vetur bjóðaði Vága Dansifelag okkum vestur í Vágar. Tikið var av og 26. Januar fóru vit so vestur til Sørvágs. 29 vóru við í ferðini, og var hetta ein stuttlig ferð. Farið varð av Vági kl 13 seinnapartin við Smyrli, men av tí at tað tekur meir enn 2 tímar til Havnar, var Sam (?) so lagaliður at hann bíðaði eftir okkum ca ¼ tíma. Veitsla varð gjørd har vesturi og byrjað varð kl. 20. Óføra stórur blíðskapur. Dansað varð alla náttina til kl fór av 7 um morgunin. Klokkan 14 seinnapartin sunnudagin fóru vit aftur um Vestmannasund. Í Vestmanna stóð bussur fyri okkum. Lagi var fínt á ferð til Havnar. Veðrið var av tí besta, so umborð á Smyrli á veg suður aftur var tikið saman í ring og kvøðið og dansað. Samanumtikið ein ógvuliga stuttlig ferð. Skoytast skal uppí, at við í ferðini vóru nógvir gamlir dreingir, so at vit roknað við at Vágafólk og vit koma saman um ikki so leingi til brúðardans.