Barnadansur

Í mong ár hava okur skipað fyri føroyskum dansi fyri børn um veturin. Okur dansa eina ferð um vikuna, og læra ymisk kvæði, vísir og ymisk dansispøl. Okur byrja vanliga stutt eftir heystferiuna, og halda so fram til føstulávint, tá okur enda við tunnusláttri. Okur dansa í ein tíma hvørja ferð, og tá er eisini ein steðgur íroknaður, har børnini fáa saft og okkurt søtt, og ein kaffimunnur er til tey vaksnu.

Barnadansistevna er hvørt ár, har dansifeløgini ymsastaðni í Føroyum skiftast um at verða vertir. Síðst Jómsvíkingar vóru vertir var í 2016, tá stevnan varð hildin í VB húsinum við 450 luttakandi.

Stevnur eru eisini uttanlanda, m.a. Barnlek, ið er norðurlends barnadansistevna, ið er hildin 4. hvørt ár.

Øll eru vælkomin í barnadans í Jómsborg, børn, ung og vaksin eru vælkomin við. Tað er púra ókeypis, krevur onga tilmelding og tú ert heldur ikki bundin av at møta hvørja einastu ferð, um hetta ikki liggur fyri.