Dansifelagið Jómsvíkingar er endurstovnað 21. des. 1976. Stovningarfundurin varð hildin í Framtíðini, og fyrsti formaður felagsins var Andrias Petur Jacobsen, sáli. Fyrsti almenni dansur, Jómsvíkingar skipaðu fyri, var í Porkeri. Í mong ár varð dansað á Marknoyri, men í 1986 keypti felagið gamla verkstaðin hjá Dion Nolsøe og umbygdi hann til dansistovu, ið fekk glæsiliga navnið Jómsborg.
Felagið var annars sera virkið síðst í 1950’unum og fyrst í 1960’unum, og tað vóru ungfólk, ið tóku seg saman í at stovna felagið í 1959. Men tá stóru línubátarnar komu, hevði tað við sær, at ov lítið av fólkið var heima um veturin, og datt felagið tí niðurfyri.
Tey níggju, ið hava verið forfólk felagsins eru Andrias Petur Jacobsen, Kristoffur Joensen, Bjarni Vestergaard, Jógvan Krosslá, Mia Krosslá, Jón Vilhelm, Arnfinnur Bjarkhamar, Mikala í Trøðini og Mikala Vilhelm.
Navnið Jómsvíkingar
Dansifelagið Jómsvíkingar ber navnið eftir “røttu” jómsvíkingunum.
Søgan byrjar í eini stórari veitslu um ár 985. Sveinur kongur í Danmark beyð jómsvíkingum í ervi eftir faðir sín, Harald Blátonn. Jómsvíkingar fingu tey størstu steypini og tann sterkasta drykkin, ið var. Áðrenn seinasta skálin var drukkin, høvdu jómsvíkingar lovað Sveini kongi, at áðrenn trý ár vóru liðin, skuldi Hákun jallur av Noregi vera dripin ella rikin av landinum. Oddamenninir fyri jómsvíkingum vóru Sigvaldur jallur, Búi Digri og Vagnur Ákason.
Í minniliga sjóbardaganum í Hjørungavág í Sunnmøre í 986 bresta Sigmundur Brestisson og Búi Digri saman í herviligum dysti. Endin verður, at Sigmundur høggur báðar armarnar av Búa, men hesin tekur við báðum stubbunum um stóra skattakistu og loypir í havið. Her letur Búi sítt lív, og skattakistan bleiv aldrin funnin. Í bardaganum máttu jómsvíkingar lúta og vóru teir flestu dripnir.
Søgufrøðingar eru ikki heilt samdur um, hvar um leiðir Jómsborg lá, men fornfrøðiligar rannsóknir benda á, at jómsvíkingar upprunaliga vóru danir, og hava búleikast við Wollin við Oder-áarmunnan, ið er markið millum Pólland og Týskland.
Ferðin til Hjørungavág 1986
Jómsvíkingar hava verið á fleiri uttanlandsferðum, men tann kendasta er tó ferðin til Hjørungavág í 1986 at hátíðarhalda 1000 ára dagin fyri kenda sjóbardagan millum Jómsvíkingar og norðmenn. Tað var í hesum bardaganum, at næstan allir jómsvíkingar vóru dripnir, men fyri at vinna bardagan mátti Hákun jallur brúka kendu jatnagívrina Torgerð Hørgabrúður, sum sendi mikið kavarok á Jómsvíkingar.
Í sambandi við ferðina gav felagið út kvæðabók, og fekk Ólavur kongur í Noregi fyrsta eintakið.