Eitt dansifelag er onki uttan sínir limir.
Fyrsti heiðurslimur felagsins var Kristoffur, sáli. Hann gjørdist heiðurslimur í 2000. Hann varð heiðraður fyri sítt hjálpsemi og trúfesti til felagið, og fyri sítt íkast til at halda kvæðamentan okra við líka. Eisini var Kristoffur formaður í felagnum í fleiri ár.

Næsti heiðurslimurin í felagnum er Niclas Thomassen. Niclas hevur altíð verið trúgvur stuðul hjá felagnum, hevur verið við til øll tiltøk og dansikvøld, og sat eisini í nevndini fleiri ferðir. Niclas skipar eisini ymiskt, og serliga er tað Ormin Langa, ið okur seta í samband við hann, tí hann er altíð klárur at taka Ormin – og ikki talan um at bert taka eitt brot, tí, sum hann sigur: “hvat skulu okur so gera, bara søkka skipið mitt í tí heila?”.
Niclas fylti 85 ár í 2022, og tó fóru nakrir limir í dansifelagnum á gátt, og tóku hann á bóli við at sláa ring og kvøða eitt sindur av Orminum Langa í gangini. Síðani bleiv gáva handað, saman við einum heiðursbrævið, ið gjørdi Niclas til heiðurslim í Dansifelagnum Jómsvíkingum.


Á føstulávint 2023 vóru aftur tríggir limir heiðraðir. Arnfinnur Bjarkhamar, Kári Jacobsen og Mikala í Trøðini, sála.
Tey hava øll trý sitið í nevnd í nógv ár, og hava altíð verið sera hjálpsom og trúgv við felagið. Tey hava eisini øll trý havt barnadansin undir hond í mong ár, saman við øðrum góðum fólki. Kári hevur eisini verið tann, ið hevur tikið sær nógv at viðlíkahaldi o.ø. í Jómsborg.
Arnfinnur var formaður eitt skifti, og Mikala sat sum forkvinna í 21 ár, áðrenn hon legði frá sær.
Føstulávint er heilt stóra kvøldi í Jómsborg, við borðhaldi, tunnusláttri, sangi og dansi, og tí var tað longi ætlanin, at heiðursbrøvini skuldu handast júst á føstulávint. Tíverri gjørdist Mikala álvarsliga sjúk á sumri 2022, og andaðist eftir stutta sjúkralegu. Hon fekk tó at vita, meðan hon lá sjúk, at avgerð var tikin um at hon bleiv heiðurslimur í felagnum, m.a. fyri sítt megnar arbeiði sum forkvinna í so mong ár, og var hon sera glað og rørd um hetta. Heiðursbræv hennara stendur frammi í Jómsborg, har eisini heiðursbrævið hjá Kristoffur er,



Á føstulávint í 2025 vóru aftur tríggir limir heiðraðir. Paula og Danjal Johannus Bech, og Bjørg Absalonsen.
Tey hava eisini, sum hini, verið felagnum trúgvir limir øll árini, og hava tey eisini sitið í nevnd fleiri ferðir. Tey hava øll hjálpt til, hvørja ferð tiltøk, dansur o.a. skuldi verða, og hava trúliga møtt upp til øll tiltøk. Bjørg hevur verið ófør at hjálpt til í barnadansinum, og hevur m.a. lært børnini ymisk dansispøl, ið altíð eru sera vælumtókt.
