Veitslur og stevnur í oynni í 1980’unum og 1990’unum
4. februar 1984 hevði felagið ársveitslu. Vit høvdu bjóðað Klaksvíkar dansifelag suður, og komu tey 36 í tali. Veitslan byrjaði kl. 19, og vóru tað umleið 130 fólk samlaði í VB húsinum. Boðreitt var við feskum kjøti, súpan og kaffi. Undir borðhaldinum vóru talur hildnar, sangir sungnir, og eisini fingu vit gávu frá dansifelagnum. Undir borðhaldinum blivu eisini lutaseðlar seldir. Síðan var farið uppá gólv og gekk dansurin ógvuliga væl, inntil morgunmaturin kom fyri. Tá fingu vit smyrjibreyð, øl og kaffi, og beint aftaná borðhaldi vístu klaksvíkingar okkum trý dansispøl. Aftaná bleiv so aftur dansað, og ikki var farið til hús fyrrenn um 6.30 tíðina um morgunin. Ein væleydnað veitsla var komin at enda.
Tann 23. og tann 24.mai í 1986 var dansistevna hildin í Suðuroy, hvar øll dansifeløgini luttóku við 30 fólkum úr hvørjum. Tann 23/5 komu tey flestu feløgini her til Vágs við Teistanum og fóru síðani við bussum hartil hvar tey skuldu búgva meðan stevnan vardi. Til Sumbiar fóru Stígum Fast úr Dali og Leikum Fagurt av Sandi, her í Vági skuldi búgva Nólsoyar Dansifelag, Vága Dansifelag og Klaksvíkar Dansifelag, á Tvøroyri Norðstreymoyar Dansifelag og Eysturoyar Dansifelag, hjá Suðuroyar Norðara Dansifelag Tórshavnar Dansifelag og Dansifelagið Kaggans. Tað var dansur um kvøldi í øllum hesum bygdum. Tann 24/5 samlaðist øll her í Vági í Ítróttarhøllini kl 19 um kvøldi, har framvísing var til kl. 22. Síðani var dansur í VB húsinum til kl. 01 um náttina, tá var eitt borðhald fyri øllum dansifeløgunum har 600 fólk sótu til borðs í høllini. Eftir borðhaldi var fari aftur í VB húsið at dansa til kl. var 7 um morgunin. Sunnudagin fóru allir gestirnir aftur til hús, ein ógloymandi ferð var komin at enda. Ogur, sum vertir vóru, kunnu bara gleða ogur um, at alt gekk væl, alt gekk sum tað skuldi og sum man hevði vóna. Stevnan kostaði uttan flutning kr. 54.000.
27. desember 1986. 10 ára felagsfest í Framtíðini kl. 21. Allir limir felagsins vóru bodnir, Suðuroyar Norðara Dansifelag og nevndirnar í Tvøroyrar Dansifelag og Sumbiar Dansifelag vóru eisini bodnar við. Eingin møtti fyri Tvøroyrar Dansifelag, úr Sumba 8 fólk, úr Suðuroyar Norðara Dansifelag umleið 40 fólk, úr Jómsvíkingum umleið 80 fólk. Borðreitt var við smyrjibreyði givið av limunum, sodavatni, øli, kaffi og te. Snapsur var eisini, brúktar blivu 28 fløskur av brennivíni.