1000 ár eftir slagið í Hjørungavági. Jómsvíkingar vóru bidnir at umboða Føroyar á veitslu í Hjørungavági 14 – 17/8 – 1986 av Landstýrinum. Farið var avstað 11/8 við Norrøni til Bergen, síðani í bussi til Hareide og Hjørungavág, har var privat innkvartering. Har var dansað í ítróttarhøllum og úti, veðrið var av tí allar fagrasta. Heimferðin var í bussi frá Hareide til Bergen. Har var dansað um kvøldi. So heim aftur við Norrønu. Túrurin var fíggjaður ½ frá Landsstýrinum, hin helvtin frá stovnum og øðrum tiltøkum, felagið hevði staðið fyri.
Í sambandi við túrin var bók prentað, ið eitur “1000 ár eftir bardagan við Hjørungavág 986 – 1986”. Hetta eru 7 kvæðir og vísur, ið vísa til tað tíðina, tá slagið var. Og samstundis eru 10 ár síðani felagið var endurstovnað aftur. Til útgávuna, sum kostaði kr. 18.300 var stuðul fingin til vega frá ….
Bøkurnar eru numereraðar frá 1 til 1000, í samband við Noregistúrin vóru nakrar givnar sum gáva, til dømis fekk Ólavur kongur í Noregi nr. 1000 til minnis um at 1000 ár eru liðin síðani bardagan í Hjørungavági ímillum Jómsvíkingar og Hákun Jall og Eirik Jall faðir og sonur. Heimafturkomin til Føroyar fekk Ovi Joensen úr Nólsoy bók nr. 1 fyri tað bragd hann gjørdi at rógva einsamallur úr Føroyum til Danmarkar. Bókin var handað honum í Nólsoy av Juhl Jacobsen vegna Jómsvíkingar.
Bjarni Vestergaard
1991.
Hóast tað var lítil áhugi fyri Noregistúrinum royndu vit einaferð afturat, tá var hildið verða so frægt at vit kundu fara. Vit fingu fólk uttanfyri felagið at koma við. Eg skal her beinanvegin viðmerkja, at felagið hevði ongar útreiðslu av hesum … vit fóru úr Føroyum mánadagin 5. August, og komu til Noregs týsdagin 6. August á middegi. Vit koyrdu um 13 tíðina og vóru í Molde kl. 00.30. síðan fóru vit í buss sum Enok (leiðarin hjá teimum) tók ímóti við. Sjaufførurin kallaðist Niels og var stak fittur maður. Vit vóru síðan koyrd heim til hús. Vit búðu privat og við búðu øll stak væl.
Ónsdagin 7. August hittust vit kl. 11 í Lyngstad, tá skuldu tey vísa okkum runt ymsastaðni. Vit vóru á Tore Li – Visnes Kalk, og har teir gjørdu gravsteinar. Á Visnes Kalk tóku vit eitt kvæði í einari stórari tunnil, tað ljóðaði væl. Tá ið vit vóru komin runt og vóru á veg heim, bjóðaði Ejde kommuna okkum til døgurða, borgmeistarin var vertur. Vit fingu flaggstong við búmerkið á til gávu, vit takkaðu fyri. Hetta kvøldið fóru vit heim til ein sum æt Arni, har sungu vit og spældu okkurt spæl. Har fingu vit heimabryggj.
Hósdagin 8. August samlaðust vit í Lyngstad, síðan fóru vit til Averoy. Vit koyrdu eftir Atlantershavsvejen, tað var ein rúgva av brúgvum. Ein býráðslimur kom í bussin at siga frá. Vit vóru runt á einum museum og vitjaðu fornar grøvir millum aðrar tað staðið sum Harald Hárfagri liggur grivin. Her vóru vit eisini í eini stavkirkju frá 1432. Vit upptraðkaðu síðan á einum supermarknaði … aftaná fingu vit døgurða bodnan frá Averoy kommunu, ein dama var vertur fyri hann, hon var næstformaður í býráðnum.
Fríggjadagin 9. August kl. 12 fóru vit til landstaði. Har fingu vit døgurða og eina frágreiðing um skipasmiðjuna, síðan fóru vit harfrá til Gjennemdnes Landháskúla. Har upptraðkaðu vit fyrst um kvøldið, men aftaná tað var eitt verri skil. Tað legðist alt við magasjúku, vit skuldu upptraðka dagin eftir, so tað var ikki so gott, men eg haldi at vit kláraðu tað gott eftir umstøðunum.
Leygardagin 10. August, tá upptraðkaðu vit, tað var í slow motion, eingin tordi at koyra beinini sundur. Aftaná fóru vit heim til vertirnar, sum tóku ímóti okkum á einum skúla, har bleiv dansað nakað.
Sunnudagin 11. August upptraðkaðu í Lyngstad, har gekk tað stak væl haldi eg. Seinni um kvøldið samlaðust vit til eina avskeðsfest, har var eitt orkestur við, sum eitur Hoppers, teir sungu væl. Til seinast var eitt borðhald, har formaðurin takkaði fyri tað serliga gestablídni, teir høvdu víst.
Mánadagin 12. August fóru vit úr Lyngstad kl. 08, í Bergen kl. 23.
Týsdagin 13. August umborð aftur á Norrøni.
Ónsdagin 14. August heima.
Við í ferðini vóru: Magnus Magnussen, Anna Petersen, Magnus Ellendersen (?), Eyðun Ellendersen, Elna Vestergaard, Jóhannes Nolsøe, Kári Jacobsen, Marita Vilhelm, Jóhan Lisberg, Kirstin, Petur, Anny (?), Hans J. og Kirstin Bech, Henning og Helga Stenberg, Jógvan og Mia Krosslá, Ása Hovgaard, Jens Pauli Midjord og Daniella Toftum. …